Tvey nýggj feløg sett á stovn

Tvey nýggj feløg vóru stovnað í farnu viku, annað við heimstaði í Hósvík, hitt á Argjum, skrivar Business Line.

 

Í Hósvík er Terminal.fo, sum er eitt dóttirfelag hjá DJ18 og 18.12.1994 hjá Jógvan og Eyðgerð Kruse á Oyrabakka, sum er sett á stovn.

 

Jógvan Kruse er stjóri í felagnum, sum skal reka handil og tænastu.

 

Felagið á Argjum er eitt íverksetarafelag, sum Rúni Brandur Dam, búsitandi í Danmark, hevur sett á stovn. Tað skal fáast við handverk, handil og ráðgeving.

 

Allar broytingarnar í vinnuskránni síggjast her.