Tvey mistøk ímóti dystarenda kostaðu Kyndli dýrt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Bárð Johannesen, venjara taka samanum 23-24 tapið ímóti H71

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Bárð Johannesen, sum er annar av venjaranum hjá Kyndli, aftaná 23-24 tapið hjá Kyndli ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.

 

Bárður Johannesen iðrar seg um dystarendan. Hann heldur, at Kyndil gjørdi alt rætt í seinna hálvleiki, har teir vinna seg uppaftur aftaná at hava verið aftanfyri 11-15 í steðginum, men tvey teknisk mistøk ímóti endanum gera, at Kyndil stendur eftir við ongum.

 

Bárður Johannesen ásannar, at teir møttu einum H71-liði, sum hevur nógvar profilar uttanfyri orsaka av skaðum, og tess meiri ergrar tað hann, at hansara menn ikki tóku av møguleikanum í dag.