B1908, har teir báðir føroysku leikararnir, Øssur M. Dalbúð og Oddur Á. Højgaard spæla við, spældi leygardagin týðandi dyst í botnstríðnum í 2.deild eystur, har teir á heimavølli møttu Svebølle.
Tað hevur annars gingið væl hjá B1908 hetta hálvárið, men merkisvert er, at felagið undan dystinum leygardagin, ongan dyst hevði vunnið á heimavølli.
Men tann ónda ringrásin brotnaði leygardagin.
B1908 vann heili 3-0 á Svebølle. Føroyski áleyparin, Øssur M. Dalbúð skeyt tvey mál fyri vertirnar, tá hann bæði legði teir á odda 1-0 og 2-0.
Teir báðir føroysku leikararnir spældu allar 90 minuttirnar fyri B1908. Oddur Á. Højgaard í miðverjuni, og Øssur M. Dalbúð sum fremsti maður.
B1908 er í løtuni á tíggjunda plássið í 2.deild eystur.