Tvey mál til málverjan

Albert Sævarðsson, sum eitt skifti vardi málið hjá B68, skeyt bæði málini, tá Njarðvík í íslendsku aðru deild herfyri vann 2-1 á Fjølnir.

Albert hevur ofta áður roynt seg sum brotssparksskjútti, og tað gjørdi hann eisini hjá B68 onkra ferðina. Móti Fjølni skoraði hann fyrst til 1-0, og fýra minuttir fyri leiklok var enn eina ferð tryggur úr ellivu metrum, soleiðis at sigurin kundi vissast. Talan var um týdningarmiklan sigur hjá Njarðvík, sum stríðist móti niðurflyting.