Tvey mál til Jóhan á Plógv Hansen

Danmark vann í kvøld 36-22 á Tunesia og Jóhan á Plógv Hansen fekk møguleikan

Danmark spældi í kvøld annan dystin í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum er í Danmark og Týsklandi í hesum døgum. Føroyski Jóhan á Plógv Hansen fekk sín fyrsta endaspælslandsdyst fyri Danmark.

 

Tú kanst síggja dystin umaftur HER

 

Havnarmaðurin, sum er uppvaksin í Kyndli, spældi í eitt gott korter í seinna hálvleiki. Tað bleiv til tvey mál og eitt upplegg í skjótalopi, tá bólturin fór út til innkast. Hartil rakti hann eisini stongina, tá hann royndi seg við hegnisligum skoti úr høgru.

 

Danmark hevði fult tamarhald á dystinum, hóast Tunesia kunnu verða torførir at spæla í móti. Teir eru stórir og sterkir, men danska liðið hevði lisið uppá. Stóran stjørnan á danska landsliðnum, Mikkel Hansen, bleiv toppskjútti saman við Rasmus Lauge. Teir fingu hvørsíni sjey mál.

 

Danmark – Tunesia 36-22 (19-10)