Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sigur við Ritzau, at tvey lond aftrat nú hava sagt seg sinnað at venja ukrainskar flogskiparar at flúgva F-16.
Talan er um Grikkaland og Kekkia, sum nú vilja hjálpa til. Troels Lund Poulsen er í dag í spanska býnum, Toledo, har verjumálaráðharrar í ES fundast.
Hvørki Grikkaland ella Kekkia vilja tó lata Ukraina F-16 jagaraflogfør.
Danmark og Niðurlond hava gingið á odda í einari samgongu av londum, sum vilja lata Ukraina F-16 og sum vilja venja ukrainskar flogskiparar at brúka flogførini.
Nú telur samgongan fleiri enn tíggju lond.
Tá norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjaði í Kyiv herfyri, gjørdist greitt, at Noreg bæði vil lata F-16 flogfør og upplæring av ukrainskum flogskiparum.











