Tvey línuskip landa mánadagin

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. Tí vænta vit nakað av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

- Tvey línuskip, sum fiska undir Íslandi, koma inn at landa mánadagin. Skipini hava eina blanding av toski, brosmu, longu kongafiski og so nakað av hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seinni í næstu viku koma eini trý ella fýra onnur línuskip eisini inn at landa. Hesi skipini hava mest av toski, longu, brosmu og svartkalva.

 

- Onkur skip eru nýliga byrjaði túr, og væntandi fara nøkur línuskip út um vikuskiftið. Tey koma tí neyvan inn at landa í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at eitt frystilínuskip er undir Føroyum, eitt er undir Íslandi, og eitt er í Eysturgrønlandi. Nær hesi skip kom inn at landa, er enn óvist.  

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. Tí vænta vit nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu og eitt sløg av hvítingi. Nakrir fiska kalva, men kalvafiskiskapurin er vánaligur.

 

Hetta eru útlitini til teir næstu dagarnar, soleiðis sum Fiskamarknaður Føroya sær støðuna í løtuni.