Vónirnar eru stórar í Klaksvík, men higartil hevur tað ikki roynst betri enn passaligt. Bæði fyri tveimum vikum síðani og síðsta sunnudag var liðið á sigurskós, inntil tað bara restaði ein lítil løta, og í báðum førum endaði tað javnt.
Kostnaðurin av at spæla javnt er stórur sammett við at vinna. Tí er stórt fokus í Klaksvík á, at tað seinnapartin skal eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti EB/Streymi. At talan ikki bara verður um avgreiðsluspurning á heimavølli ímóti undirtippaðum mótstøðuliðum sást í fyrsta umfari, tá ið Skála vitjaði, og úrslitið var málleysur javnleikur.
Hjá KÍ hava Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen og Dion Splidt verið skaddir, men teir hava vant saman við hinum í vikuni, og tað er væl hugsandi, at onkur teirra verður á listanum ídag.
Heðin Askham og EB/Streymur eru á veg til Klaksvíkar, har sonur EB/Streyma venjaran, Hørður Askham, telist millum mótstøðumenninar. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur verið á heimavølli. Eftir 1-0 sigur ímóti Suðringum, sum eru topplið, hevur tað verið vónbrot at tapa 5-1 ímóti Víkingi og serliga at tapa 2-0 ímóti 07 Vestur.
EB/Streymur hevur higartil skorað trý mál. Tað varð undan kappingarbyrjan vónað, at Arnbjørn Hansen skuldi røkja fremstu ódnina, men higartil hevur málrevurin verið millum lítið og einki á vøllinum. Nú er hann darvaður av skaða í beininum, og harvið verður hann ikki við ídag.