Tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum fara nú úr landsstýrinum

Tey taka sæti á tingi í dag fyri at forða fyri, at uppskotið um sammøður verður samtykt

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landsstýriskvinnan í almannamálum hava í morgun boða løgmanni frá, at tey ynskja at verða loyst úr starvi.Tað boðar løgmaður frá beint nú. Løgmaður sigur, at hann hevur gingið umbønini á møti og hann skal sjálvur røkja málsøkini. Hett er fyri at forða fyri, at uppskotið um sammøður verður samtykt - tað skuldi annarss verið avgreitt í dag