- Tað verður ikki nógvur fiskur frá línuskipum hesa vikuna. Flestu skipini hava verið inni og landað og byrja nú nýggjan túr aftur.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya.
Lagt verður aftrat, at fýra línuskip eru til fiskiskap, eitt undir Føryum og trý í Íslandi. Eitt ella tvey skip eru væntandi undan Íslandi mánadagin og skipið, sum roynir undir Føroyum, landar helst seinni í næstu viku.
- Streymurin verður brúkiligur, men veðurútlitini eru eitt sindur ivingarsom. Tíðin til útróður er heldur ikki so góð, og tí verður ikki roknað við teimum stóru nøgdunum av útróðrarfiski.
Patrolararnir fiska allir upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er smáligur, og tvey pør eru farin á gulllaksaveiði.
Djúpvatnstrolararnir eru eisini til fiskiskap. Tó liggur ein við breki. Skipini fáa blandaðan fisk, upsa, kongafisk og svartkalva.
- Onkur djúpvatnstrolari kemur helst inn at landa mánadagin, og aðrir koma seinni í vikuni.
Um trolbátarnar verður sagt, at helst eru allir farnir nýggjan túr, tá næsta vika byrjar.
- Eitt øki letur upp hálvan apríl. Væntandi er, at bátarnir koma innaftur at landa seinni í næstu viku.
At enda sigur Fiskamarknaður Føroya, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Tvey onnur garnaskip fiska ávikavist svartkalva og havtasku og frysta veiðina umborð.









