- Flestu línuskip eru nýliga byrjaði túr, og tí vænta vit ongan línufisk fyrr enn síðst í næstu viku. Tá kemur væntandi eitt skip við svartkalva og eitt, sum hevur mest av toski, longu og hýsu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Restin av línuskipunum koma neyvan inn at landa í næstu viku.
- Línuskipini eru á Rygginum og á innari leiðum. Nøkur línuskip liggja við bryggju, men fara helst út aftur nú um vikuskiftið. Tvey línuskip fiska í Eysturgrønlandi og í Íslandi.
Um útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður alla næstu viku, og veðrið verður eisini gott.
- Tí vænta vit, at nakað verður av útróðri. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu, men nakrir fáa eisini nakað av hvítingi, verður lagt aftrat.