Tvey línuskip landa mánadagin

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini hampiligt.

- Tvey línuskip koma inn at landa mánadagin. Annað skipið hevur mest av toski, svartkalva og blálongu. Hitt hevur mest av longu og brosmu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at seinni í næstu viku koma væntandi trý skip aftrat inn at landa. Hesi skipini hava mest av toski, svartkalva og blálongu.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, sum eru úti og koma inn at landa í næstu viku, er eisini eitt frystilínuskip til fiskiskap í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðrarfiski.