Fiskivinna
Mánadagin landaði línuskpið Grani í Klaksvík. Teir høvdu sløk 50.000 pund. Í dag er Fugltúgvan inni, og teir hava stívliga 73.000 pund.
Aftrat hesum hevur útróðrarbáturin Líðhamar verið úti síðstu nátt. Teir høvdu eina góða seta og fingu millum 9.000 og 10.000 pund, meginparturin toskur.
Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík sigur landingarformaðurin, Pól Fuglø, at lítið hevur verið at gjørt hjá seinastu tíðina.
– Skipini eru færri, og hugurin at rógva út hevur ikki verið góður, nú fiskaprísirnir hava verið so lágir, sigur hann.
Pól Fuglø vísir á, at viðhvørt er líkt til, at prísirnir hava hug at kvinka sær uppeftir aftur – men síðan fella teir nakað aftur.
- Eg haldi, at Líðhamar mundi selja fyri einar 10 krónur í miðal fyri kilo, leggur hann aftrat.
Pól sigur, at landingarvirksemi sum heild hevur verið lítið í ár, og tað merkist týðiliga, at seks partrolarar ikki hava verið partur av fiskiskipaflotanum í Klaksvík í hesum tíðarskeiði.
Hann vísir á, at skipini, sum P/F Christian í Grótinum keypti frá Føroya Banka, Nónhamar, Fjalshamar, Safir og Smaragd, liggja í Klaksvík, har ymiskt verður gjørt við tey.
- Men enn hava tey ikki loyst, sigur landingarformaðurin, sum annars fegnast um, at tað eydnaðist klaksvíkingum at keypa hesi skipini aftur til bygdar.