Tvey lógaruppskot í part

Eftir at løgmaður boðaði frá, at landsstýrið fer at koma við nøkrum eykauppskotum, nú valskeiðið lækkar móti endanum, hevur Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, gjørt av at seta fram munnligan fyrispurning um málið

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, heldur, at hetta ljóðar sum um løgmaður er komin í neyð av manglandi politiskum avrikum, og at samgongan hevur droppað alt sum eitur búskaparligt vit og skil.
Tí hevur hon gjørt av at seta fram fyrispurning til Jóannes Eidesgaard, løgmann, eftir at hann í Sosialinum verður endurgivin fyri at siga, at allir landsstýrismenninir sleppa at koma við tveimum eyka uppskotum, nú valskeiðið líðir móti endanum. Annita á Fríðriksmørk sigur í munnliga fyrispurninginum, at tá ið løgmaður í Sosialinum verður spurdur, hvat hann fer at brúka hetta síðsta árið til, verður hann endurgivin fyri at siga, at samgongan og landsstýrismenninir eru í tí hepnu og óvanligu støðu, at hava ein góðan meiriluta, umframt at fíggjarliga støðan í landinum er betri enn væntað, tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað. Og hon vísir beinleiðis til brot úr greinini við prátinum við løgmann:
-Tí hava okur í landsstýrinum gjørt av, at hvør landsstýrismaður kann koma við einum ella tveimum eyka uppskotum. Annita vísir eisini á, at løgmaður sigur, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni.

Droppað vit og skil
Og Annita peikar á, at løgmaður sigur, at hetta verður ikki gjørt tí at valið nærkast.
- Men nú hava vit møguleika at nýta hugflogið og harvið koma við góðum politiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út, sigur løgmaður við Sosialinum og var endurgivin nakrar ferðir í útvarpinum.
- Og so verður hann enntá endurgivin fyri at siga, at hann ikki vil avdúka nakað um, hvat vit kunnu vænta okkum, sigur Annita á Fríðriksmørk. Hon heldur, at hetta ljóðar sum um løgmaður er komin í neyð av manglandi politiskum avrikum, og at samgongan hevur droppað alt sum eitur búskaparligt vit og skil.
- Nú fáa landsstýrismenninir serverðan ein landskassa, sum sambært fíggjarmálaráðharranum flýtur í pengum. Hendan landskassa kunnu teir so nýta til at rinda eini tvey lógaruppskot við. Ongin ætlan ella krøv um, at hesi uppskot skulu minka um gjónna millum samfelagsbólkarnar, ella at hesi uppskot skulu menna føroyska vinnulívið, ella heilsuverkið ella aðrar vælferðarskipanir, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Ongar treytir
Og hon greiðir víðari frá, at einasta treyt sum løgmaður hevur sett sambært blaðnum og útvarpinum, er, at hesi uppskot skulu koma borgarunum til góðar.
- Ein treyt, sum øll kunna verða samd um frá ultra høgra til longst til vinstru. Ein setningur, sum typiskt er felagsnevnari har sjónarmiðini eru rættiliga ymisk, men sum sigur akkurát onki, sigur løgtingskvinnan í munnliga fyrispurninginum. Hon staðfestir víðari, at úttalilsini kunnu fáa álvarsligar avleiðingar, um ikki løgmaður megnar at stýra samgonguni og fíggjarmálaráðharrin megnar at sita tyngri á kassanum jú meir rennur í hann.

Fýra spurningar
Tí hevur Annita á Fríðriksmørk gjørt av at seta fram soljóðandi fyrispurningar:

1.Er løgmaður rætt endurgivin, tá ið loftmiðlarnir um miðjan januar, søgdu frá løgmanni, at nú stóð so væl til í samfelagnum, at landsstýrismenninir fingu møguleika at leggja eini tvey lógaruppskot fram í part, hetta til valskeiðið var at enda komið.
2.Um hetta er rætt endurgivið, kundi verið áhugavert at fingið at vita: Hevur løgmaður sett treytir fyri lógaruppskotunum, aðrar enn, at hesi skuldu tæna borgarunum í landinum?
3.Hvussu er løgmaður komin fram til, at talið tvey lógaruppskot er tað rætta fyri samfelagið?
4.Er slíkur hugburður frá ovastu leiðslu við til at tálma sveiggini í búskapinum?