Tvey herverk í Havn

Tað er mest sannlíkt, at onkur hevur skotið við luftbyrsu

Í gjár fekk løgreglan boð um tvey herverk ymsastaðni í Havn.

Í Skúlaheiminum í Marknagili eru tveir rútar brotnir, og løgreglan heldur, at tað er mest sannlíkt, at onkur hevur skotið við luftbyrsu, men tað var bara tað ytra skinnið, sum var brotið.

Í gjár fekk løgreglan eisini boð um herverk á ein bil, sum stóð parkeraður í miðbýnum, har hevur onkur verið inni í bilinum og brotið armin til viskararnar og til blinkljósini. Herverkið er framt sunnudagin. 

Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt herverkini, men tey frætta fegin frá fólki, sum halda seg hava sæð nakað, sum kann fáa týdning

Annars hevur ein bilførari fingið 1.000 krónur í bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi, men hinvegin fekk løgreglan onga sak, tá ið tey kannaðu ferðsluna í nátt, har serligur dentur varð lagdur á at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.