Føroysk ítróttarfólk hava í dag vunnið tvey bronsumerki á Oyggjaleikunum á Isle of Wight. Føroyingar fingu eisini góða byrjan í liðkappingunum í badminton, borðtennis og flogbólti.
Fyrsti kappingardagurin á Oyggjaleikunum er liðugur, og á føroyingar hava vunnið fyrstu heiðursmerkini. Føroyingar fingu eisini góða byrjan í liðkappingum.
Her eru úrslit frá fyrsta Oyggjaleikadegnum:
Sunnudagur 26. juni
Hálvt maraton, kvinnur: Bjørk Herup Olsen vann bronsu við tíðini 1.24,35
Liðkapping í badminton: FøroyarIsle of Wight 4-1
Liðkapping í badminton: Føroyar-Hetland 3-1
Liðkapping í borðtennis: Føroyar-Áland 4-3
Liðkapping í borðtennis: Føroyar-Gotland 3-4
Sleggjuvarp: Heri Ziska nr. 6 við 43.05m
Hæddarlop: Øssur Debes Eiriksfoss vann bronsu við 1,95m (nýtt føroyskt met)
Flogbóltur, kvinnur: Føroyar- Hitra 3-0
Flogbóltur, menn: Føroyar-Bermuda 3-0
800 metrar menn, innleiðandi: Rúni Seloy 1.59,44 (víðari til hálvfinalu í morgin)
Súkkling, býarkoyring, menn: Bogi Kristiansen nr. 9-18
Súkkling, býarkoyring, kvinnur: Marin Ennistein Heinesen nr. 14