Tvey harðskapsmál

Løgreglan hevði heilt fitt at gera um vikuskiftið, og rættuliga ofta var boð eftir teimum. Í flestu førum fekk løgreglan tó loyst trupulleikarnar á staðnum, men í onkrum føri var tó neyðugt at fara víðari við málunum. Løgreglan hevur skrásett tvey harðskapsmál, har nevarnir hava verið nýttir. Eisini bleiv ein bilførari um vikuskiftið tikin fyri at koyra við kenning.