Tvey óhapp og innbrot í bilar

-

Eins og á Tvøroyri sigur løgreglan í Eysturoynni, at teir hava havt eitt friðarligt vikuskifti.

Tvey smá ferðsluóhapp og innbrot í tveir bilar, var tað, sum breyt vikuskiftisfriðin hesaferð.

Fríggjadagin hendi eitt lítið ferðsluóhapp, tá ein bilur, kom í so nær einum parkeraðum bili.

Leygardagin mátti løgreglan til Fuglafjarðar ein túr, at tosa við ein bilførara, sum hevði bakka sær bilin út av vegnum.

Sama dag fekk løgreglan fráboðan um at brotið var inn í tveir bilar, sum stóðu parkeraðir í Fuglafirði.

Ikki tí, tjóvarnir hava gjørt sær dalt av, at bileigararnir hava kent seg á tryggari grund, tí bilarnir vóru ikki læstir, so lætt hevur verið hjá ótangunum at sleppa framat.

Av støðini í Runavík frætta vit, at tjóvarnir í báðum førum eru farnir avstað við stereoútgerðini í bilunum.

Eingin er tikin í sambandi við stuldurin.