judo
Um vikuskiftið vóru 5 føroyskir judoungdómar við í stórari altjóða judokapping í Hillerød í Danmark. Tilsamans vóru 430 luttakarar úr 5 londum: Danmark, Føroyum, Svøríki, Ungarn og Japan.
Í bólkinum fyri dreingir undir 40 kg. var ein føroyskur luttakari, 10 ára gamli Fríði Atlason úr Havn.
Fyrsta dystin tapti hann, men næsta dystin vann hann so ruddiliga eftir bert 3 sekundum. Restin av luttakarunum stóðu honum ikki kurl, og tá av tornaði stóð Fríði ovast á sigursskamlinum við gullmedaljuni um hálsin.
Eftir hesa góðu byrjanina fóru unglingar undir 66 kg. á máttuna. Í hesum bólkinum vóru tveir føroyingar: Bjørn Andreasen frá Norðskála og Eirikur Jákupsson úr Havn.
Bjørn vann allar sínar dystir ósvitaliga trygt, so hann streyk avstað við gullmedaljuni.
Eirikur vann sín fyrsta dyst, men í næsta dystinum hevði hann trupulleikar, og dysturin endaði við ósigri til Eirik.
Nú var bara at manna seg upp aftur, og tað gjørdi Eirikur. Hann vann allar dystirnar, ið eftir vóru, so honum eydnaðist at streva seg til eitt bronsumerki.
Í bólkinum hjá unglingum undir 81 kg. luttók Edvard Johannesen av
Oyrarbakka.
Fyrsti dysturin hjá honum endaði javnur, og skuldi sostatt avgerast við »golden score«. Her gekk eisini javnt á, men so var Edvard so óheppin at fáa skaða í høgra yvirarm, og tað hindraði honum so mikið, at hann tapti dystin.
Nú var spurningurin so um Edvard var førur at fara inn á máttuna til næsta dystin. Hann helt seg til og hevði heilt gott tak á mótstøðumanninum.
Men so gjørdi skaðin um seg aftur. Hann beit pínuna í seg, men mátti at enda lúta móti hinum, so fyri Edvard endaði kappingin her. Spell, tí lítið er at ivast í, at hann hevði góðar møguleikar at berja seg fram til medaljupláss!
At enda luttók Regin við Streym frá Norðskála í bólkinum fyri unglingar undir 81 kg.
Hetta var ein bólkakapping, har Regin tapti sínar báðar fyrstu dystir. Síðani kom hann móti einum japana í seinasta dystinum, og hendan dystin vann Regin lættliga.
Tað vísti seg nú at vera sera javnt millum tveir luttakarar, so her mátti umdystur til.
Hesin dysturin stóð millum silvur og bronsumedaljuna. Regin legði væl út, og góða løtu sá út til, at hann fór at vinna silvur, men so við eitt var hin omaná, og Regin tapti dystin. Tískil mátti hann taka til takkar við bronsumedaljuni.
Ein sera góð kapping fyri føroysku luttakararnar, sum eru heilt væl nøgdir við úrslitið. Føroya Sparikassi stuðlaði Judosambandinum við ferðini.