Sunnudagin verður skipað fyri tveimum tiltøkum samstundis á Sandi einum borgarafundi og seks ára degnum fyri Listasavninum á Sandi.
Henda dagin eru liðin seks ár síðani savnið lat upp - 17.juni 2006. Í fjør var rimmar fimm ára føðingardagur við nógvum fínum
listaligum framførslum. Dagurin eydnaðist stak væl, og tí var semja um at halda føðingardagin á hvørjum ári.
Í ár halda tey tað tí vera rætt at hava ein borgarafund.
- Vit vilja fegin, at allir borgarar í sýsluni og onnur áhugað fáa høvi at siga, hvat tey halda, at listasavnið og møgulig
víðkan av tí kann hava at siga í oynni og í ferðavinnuhøpi, verður sagt í fundarfráboðanini.
Hesin fundurin vendir sær til øll, ið hava áhuga í mentan, list, ferðavinnu.
Á skránni fyri dagin er annars tónleikur, skjaldur, framløga, tjak, bókasøla og uppboðssøla av list.
(Mynd: sandportal.fo)