Í samband við hetta arbeiðið hava fólk frá kommununi nýtt høvið til at skifta ein part av gomlu betongrørunum, sum liggja í garðinum, út við nýggj úr plastikki.
- Hetta er ein liður í spillvatnsætlan okkara, sum er frá 1998. Henda ætlan inniber at vit leggja tær gomlu áirnar, sum higartil hava virkað sum kloakkir, í rør soleiðis sum heilsumyndugleikarnir krevja, sigur Vestmanna kommuna.
Hetta er eitt rættiliga umfatandi arbeiði. Men sum sagt verður: Gera vit eitt petti ísenn, koma vit á mál einaferð!










