Tvey fram og eitt aftur - ella ??

Íkast til kjakið um ætlaðu broytingarnar í landskappingini í fótbólti

Petur S. Simonsen


Helt meg vera einsamallan um ikki síggja tað stóra frambrotið fyri føroyskan fótbólt í ætlaðu broytingunum fyri landskappingina í fótbólti í 2005. Í hvussu so er, so kenni eg meg ótryggan við at skunda eitt slíkt mál ígjøgnum, mær vitandi, uttan nakra veruliga "breiða" viðgerð í føroyska fótbóltsheiminum.
Men so hvørt, eg havi prátað við ymisk ábyrgdarfólk í føroyskum fótbólti, er tað mær greitt, at eg eri ikki einsamallur um ivan. Tá so endalig avgerð, um hvussu landskappingin í 2005 skal skipast, eftir øllum at døma heldur ikki er tikin, haldi eg tað vera rætt at koma við nøkrum viðmerkingum um málið, hóast nakað væl seinni enn ynskiligt er.
Broytingarnar, sum al-ment hava verið frammi, eru í stuttum hesar:
?landskappingin verður longd við 9 dystum, ella við einari helvt,
?summarsteðgurin verður í mesta lagi 2_ viku,
?kappingin byrjar 28. mars og seinasti dysturin verður 23. oktober og
?møguligir upp/niðurflytingardystir verða so leiktir eftir hetta.

Harumframt verður bólkaspælið í steypakappingini strikað. Eisini verður sagt, at 2005 er eitt royndarár.

Neyðuga viðgerðin
Mín áheitan á tykkum, sum taka avgerð í hesum máli, er ikki at skunda eina so stóra broyting ígjøgnum til landskappingina í 2005. Ikki tað, at vit ikki eru samdir um, at neyðugt er alla tíðina at meta um og gera tillagingar, soleiðis at føroyskur fótbóltur er í støðugari menning. Og skipanin av landskappingini er avgjørt ein møguleiki í so máta.
Men áðrenn ein slík broyting verður sett í verk, vil eg mæla til eina gjølligari viðgerð, eisini um talan er um eitt royndarár. Eitt nú kundi ein arbeiðs-bólkur við 3-5 limum verið settur. Hesin skal so koma við einum áliti til FSF og feløgini, sum útgreinar alt málið, m.a. um hvørjar broytingar eru neyðugar/ møguligar í skipanini av lands- og steypakappingini og sum lýsir fyrimunir og vansar við hesum broytingum.
Álitið kann helst latast FSF fyri summarsteðgin 2005. FSF, feløg, leikarar og venjarar hava tá eitt felags grundarlag at viðgera og taka støðu út frá. Uttan mun til hvørja støðu komið verður til tá, so vita partarnir í góðari tíð hvørjar fyritreytirnar eru fyri kappingini í 2006, 2006-07 ella í 2007.
Spurningar sum kundu verið viðkomandi at umrøtt, tá talan er um kappingina, eru m.a.
?Tal av liðum í deildini
?Tal av dystum
?Hvussu kappingin kann skipast
?Nær kappingin kann byrja og enda
?Hvussu við summarfrítíðini
?Møguleikin at "koppa kappingini á", august-juni
?Gul kort og leikbann
?Upp-/niðurflyting og dystir

Aðrir viðkomandi spurningar eru og til hvønn av omanfyrinevndu spurningunum er ein røð av undirspurningum.

Viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar
Nevndi í byrjanini, at eg eri ikki so vísur í, at ein longri/ toygd landskapping og ein styttri summarfrítíð eru so mennandi fyri føroyskan fótbólt. Havi ikki sæð nakra ítøkiliga grundgeving fyri hví menn meta, at júst hesar broytingar skulu fáa støðið á føroyskum fótbólti upp. Jú, rætt er tað, at onkur hevur nevnt hetta, at føroyskir leikarar ikki leika nóg nógvar krevjandi dystir hvørt árið. Og í Dimmalætting hevur m.a. verið ført fram, at tað eru ov fáir dystir og ov nógv venjing, at vetrarsteðgurin er ov drúgvur og at ongir ella ov fáir dystir eru á hásumri. Víst verður á í hesum sambandi, at altjóðaúrslitini ikki eru nøktandi, bæði tey hjá landsliðunum og hjá feløgunum, og at framgondin í føroyskum fótbólti er ikki nóg stór.
Eri ikki samdur í, at føroyskur fótbóltur stendur seg so illa hóast alt, tá talan er um landsliðini. - At geva heimsmeistarum ein skarpan gang bæði úti og heima sigur ikki heilt einki. Og at U-17 og U-19 landsliðini vinna móti ávikavist dønum og skotum í millumlanda kappingum sigur ikki minni. Erpni skal valdast. At okkurt úrslitið ikki er so stuttligt at skriva um, ja, tað er væl tað vit kunnu vænta í slíkum selskapi.
Og siga vit kortini, at menningin ikki er sum hon eigur at vera, og úrslitini ikki eru nøktandi, so haldi eg ikki, at kururin er at leggja fleiri landskapping-ardystir í juli og at endaspurtin í landskappingini verður skotin út til í seinnu helvt av oktober mánað. - So lætt koma vit neyvan til nakra verulig menning.
Niðanfyri eru nøkur viðurskifti, sum eg haldi eru í ivasama partinum av ætlaðu broytingunum og sum gera tað, at eg haldi tað ikki vera skilagott at seta hesar í verk, og í hvussu er ikki longu í 2005.

Oktober til endaspurtin
Heystið hevur roynst avbera væl seinnu árini. Men hóast tað, so hava seinastu dystirnir um mánaðarskiftið september/oktober ofta verið leiktir undir sera ivasomum umstøðum.
Nú talan kann gerast um ein endaspurt við 4-5 dystum undir ivasomum umstøðum, kann skjótt ruðuleiki koma í og hetta verður ikki ein virðiligur endi á einari drúgvari landskapping.
Møguleikin fyri at noyðast at útseta/flyta dystir vegna veður er stórur, og tað gerst sjálvsagt ikki lættari at finna hóskandi dagar so hvørt sum november nærkast. Tað, at noyðast at útseta onkran av seinastu og avgerandi dystunum, er avgjørt ikki nakað, um fremur virðing fyri kappingini.

Summarsteðgurin
At fótbóltsleikarar, sum byrja regluliga venjing um hálvan januar og halda fram til seinast í oktober, ikki skulu hava rætt til 2-3 vikur summarfrítíð saman við familju/vinum, er ómetaliga nógv forlangað. Onnur hava páskafrí, hvítusunnufrí, summarfrí og heystfrí umframt ymsar aðrar frídagar hesa tíðina. Men fótbóltsleikarin skal onga hvíld hava?
Flest allir leikarar hava sítt vanliga starv/skúla at røkja umframt fótbóltin. Og hóast fleiri leikarar fáa pengar, man tað ikki muna so nógv, at alt familjulív verður sett til viks - í hvussu er ikki ár eftir ár.
Við ætlaðu broytingunum, koma føroyskir áhugaleikarar at vera bundnir at fótbóltinum uttan slit í longri tíð enn fleiri yrkisleikarar í londunum rundan um okkum.
Vandin, við at trýsta so nógv á, er, at serliga teir meira tilkomnu leikararnir, familjumenninir og teir, sum hava størri avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum, velja heldur at gevast á hægsta stigi. Og spurningurin er, um føroyskur fótbóltur hevur ráð til at missa tað minsta vetið av ábyrgdarkenslu og rutinu.

Kappingarárið frá august til juni
Er tað kortini soleiðis, at kappingin skal leingjast, so er rættast at byrja kappingina í august og leika út í oktober. Kappingin heldur so fram í mars og endar umleið 20. juni. Møguligir útsettir dystir kunnu lættari avgreiðast eftir hesum leisti. Men ikki minst, so verður endaspurturin í kappingini undir hóskandi umstøðum. Harumframt hóskar hesin leistur eisini betri til evropeisku luttøkuna og dagsformin hjá liðunum. Er vetrarsteðgurin mitt í kappingini, ber eisini betri til at skipa soleiðis fyri, at nakað skilagott fæst burtur úr hesa tíðina, tí leikarar og venjarar eru vanliga knýttir at feløgunum eitt heilt kappingarár.

Miðvikudystir
Skal kappingin leingjast og ein summarsteðgur framvegis verða, er neyðugt at leika eini 3-4 umfør mitt í viku. Tá tvey lið í Suðuroynni eru í 1. deild, er hetta ikki tann stóri trupulleikin. Men hóast tað bert er eitt lið, so eigur kortini at bera til við nøkrum miðvikudystum. Við miðvikudystum koma vit eisini nærri ynskinum hjá summum um fleiri dystir og færri venjingar.

Leikbann
Eitt annað, sum er neyðgt at endurskoða, um kappingin verður longd, eru reglurnar við leikbanni. Serliga smærru feløgini, við ikki so nógvum leikarum í hópinum, kunnu lætt "detta niður ímillum" av nógvum leikbannum í einari drúgvari landskapping. Tí fleiri dystir geva sjálvsagt fleiri leikbann, um reglurnar við gulum kortum og leikbanni vera óbroyttar.
Onnur viðurskifti eru eisini viðkomandi at umrøða í hesum sambandi, eitt nú kappingin í hinum deildunum, men lat tað liggja á hesum sinni.

Ambitióninir og møguleikar
Í tráanini eftir at náa longur fram, at gerast betri, at standa seg í kappingini við teir stóru, verða krøvini til øll, sum vara av fótbóltinum, størri og størri. Eri ikki í iva um, at vit øll vilja virka við í hesi stremban um at røkka hægri málum. Men javnvág má vera millum mál og hvat letur seg gera reint praktiskt, millum ambitiónir og evnir/møguleikar. Uttan javnvág verður ruðuleiki og kanska ein afturgongd.
Hyggja vit at øktu krøvunum til leikararnar - fleiri venjingar, fleiri dystir, meira tíð, størri trýst o.a.m. - so slepst ikki undan, at neyðugt er við øðrum hugburði og ikki minst meira hvíld. Likamligari og mentalari hvíld. Og uttan neyðugu hvíldina í breiðasta høpi so spyrst lítið burtur úr. Í ringasta føri verður tað til afturstig heldur enn til framstig. At tað, sum skuldi verða tvey fram og eitt aftur, skjótt kann gerast til eitt fram og tvey aftur.
Júst hetta, at skapa karmar hjá leikarunum til at liva upp til størri ambitiónir og økt krøv, er eitt av fleiri menningarøkjum í føroyskum fótbólti. Tað verður ikki lætt at broyta teir karmarnar, men tað er ein fyritreytin fyri ynsktu menningini. - Vildi eg hildið.