Tvey forsetavalevni afturat leggja kongin

Guvernørurin í New Jersey, Chris Christie, og fyrrverandi stjórin í Hewlett Packard og einasta kvinnuliga valevni hjá republikanarunum, Carly Fiorina, hava í dag bæði boða frá, at tey gevast við sínum royndum at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.

 

Carly Fiorina fekk einans tvey prosent av atkvøðunum í Iowa og fýra prosent í New Hampshire, meðan Chris Christie eisini fekk tvey prosent í Iowa, men sjey prosent av atkvøðunum í New Hampshire.

 

Hvørgin teirra hevur sagt nakað um, hvat av hinum valevnunum, tey stuðla, men mett verður at flestu at teirra veljarum velja eitt av hinum meiri hóvligu valevnunum, sum Marco Rubio, John Kasich ella Jeb Bush.

 

Støðan hjá republikanarunum í løtuni er, at Donald Trump hevur vunnið 17 undanmenn, Teddy Cruz hevur vunnið 11, Marco Rubio hevur vunnið 10, John Kasich 5, Jeb Bush 4 og Ben Carson 3. 

 

Næsta undanvalið verður republikanska valið í South Carolina 20. februar. Har eru 50 umboðsmenn upp á spæl og vinnarin tekur allar. 23. februar er undanval í Nevada, har tað somuleiðis eru 50 umboðsmenn upp á spæl. Teir vera tó býttir lutfalsliga eftir atkvøðutalinum.

 

Sìðani kemur Super Tuesday 1. mars, tá ikki færri enn 596 umboðsmenn skulu býtast út í 14 statum. Republikanski flokkurin hevur 2.472 umboðsmenn, so einum valevni tørvar 1.237 umboðsmenn fyri at gerast forsetavalevni.

 

Í demokratiska undanvalinum liggur Bernie Sanders á odda við 36 umboðsmonnum móti teimum 32 hjá Hillary Clinton. Hon hevur tó stuðul frá fleiri sonevndum superdelegatum. Hjá demokratunum verður val í Nevada 20. februar, har 43 umboðsmenn standa upp á spæl, og 27. februar í South Carolina, har 59 umboðsmenn eru at vinna. Síðani kemur Super Tuesday, har 1034 umboðsmenn skulu býtast út í 12 statum. Fyri at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum, tørvar einum at vinna 2.382 umboðsmenn.