Seinni í dag verður greitt, hvør skal standa á odda fyri savningarstjórnini, sum skal stýra Grikkalandi, til val verður í februar. Eygleiðarar í Athen hava tvey boð uppá, hvør skal taka við forsætismálaráðnum eftir George Papandreou.
Annað evnið er fráfarandi fíggjarmálaráðharrin, Evangelos Venizelos. Hann er føddur nýggjársdag í 1957, er útbúgvin løgfrøðingur og varð fyrstu ferð valdur í tjóðartingið í 1993. Hann hevur røkt fleiri ráðharrastørv síðani.
Hitt forsætisráðharraevnið er tann 65 ára gamli Lucas Papademos, sum fekk sær útbúgving í búskaparfrøði í USA í sjeytiárunum. Hann var stjóri í grikska tjóðbankanum frá 1994 til 2002, tá hann varð tilnevndur varastjóri í Evropeiska Miðbankanum. Hann fór úr hesum starvinum í fjør og hevur síðani arbeitt sum ráðgevi hjá griksku stjórnini.