Løgreglan fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um ein persón á einum hotelli, sum ikki dugdi sær hógv. Hann varð hálaður útum, har hann varð sissaður og biðin um at fara aðrastaðni, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá.
Ein bilførari var tikin fyri at koyra fyri reytt ljós í R. C. Effersøesgøtu í Havn. Og í Klubbagarðinum varð ein maður tikin, sum ikki aktaði boðini frá løgregluni. Hann varð settur í brummuna. Tað var ein kvinna eisini, sum var ágangandi ímóti løgregluni. Tey bæði fáa bót fyri tað, sum er 1.500 krónur.
Annars hevur løgreglan tosað við nógv fólk í nátt, har tað kortini ikki er blivið til mál. Tey hava eisini vakt full fólk og koyrt onkran til hús.