Tvey fólk deyð í skotbardaga í Noreg – annað var løgreglufólk

Ein løgreglumaður og ein sivilur persónur hava latið lív eftir skotbardaga í Klepp kommunu í Noregi, upplýsir løgreglan.

Løgreglan arbeiddi á staðnum í morgun, har skotbardagin fór fram. Mynd: Carina Johansen/Ritzau Scanpix

Tvey løgreglufólk og ein sivilur persónur vórðu skotin undir skotbardaga í Klepp kommunu í landsynningspartinum av Noregi í nátt.

Annar løgreglumaðurin og sivila fólkið doyðu av løstunum.

Tað sigur norska løgreglan í tíðindaskrivi.

Allir tríggir vórðu fluttir á sjúkrahúsið í Stavanger eftir skottilburðin.

Skotbardagin fór fram, eftir at løgreglan steðgaði einum bili í sambandi við leitingina eftir einum illgrunasamum stutt eftir klokkan hálvgum eitt.

Løgreglan sendi fleiri patruljur út í sambandi við leitingina, sum var orsakað av "møguligari hóttanarstøðu".

Tað er ikki greitt, hvat hóttandi støðan snúði seg um, og hvat tann, sum løgreglan leitaði eftir, er undir illgruna fyri at hava gjørt.

Tann ákærdi, sum er í 40 árunum, varð raktur av skotum, meðan eitt ferðafólk, sum var í einum bili saman við honum, eftir øllum at døma ikki varð rakt.

 

/Ritzau/

 

 

Løgreglan arbeiddi á staðnum í morgun, har skotbardagin fór fram. Mynd: Carina Johansen/Ritzau Scanpix