Næstu tvær vikurnar koma tvey føroysk spøl á marknaðin. Bæði eru spøl til fartelefonina.
Wormsteak, sum verður útgivið 1. desembur, hevur verið í gerð í eitt gott ár nú. Spælið var ment á FT GameJam 2015 í januar, har tað eisini vann fyrstu virðisløn. Síðani hevur toymið handan spælið arbeitt við tí í Spælsmiðjuni á Lützenstrøð í Havn, stuðlað av Íverksetarahúsinum.
Søgan í Wormsteak er, at nakrir ormar liva í einum búffi, sum onkur etur. Tú stýrir ormunum, sum nú skulu yvirliva og koma ígjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi í maganum á tí, sum hevur etið ormin.
Stríð tín veg gjøgnum mannakroppin og alla hans óndu órinsverju, so sum bakteriur, ið drepa sníkar, sýru, og aðrar forðingar, ið royna at steðga framgongdini hjá slíkum sníkum sum ormum. Tú, tað vil siga, ormarnir, hava tó bara eitt endamál – at sleppa út úr kroppinum skjótast gjørligt.
Hitt spælið er Gravity Jumper. Enn er endalig dagfesting ikki kunngjørd, men fyrst í hesum mánaðin skrivaðu toymið handan spælið, at tað kom út í hesum mánaðinum.
Í leitanini eftir einum nýggjum heimi til Gravity Jumper-veruna sleppur spælarin at royna atdráttarmegina á ein annarleiðis og stuttligan hátt, har tú hoppar frá planet til planet, og má ansa eftir ymsum forðingum.
Spælið er lætt og skjótt at læra og stuttligt at spæla. Málbólkurin eru fólk millum 13 og 30 ár, men spælið er barnavinarligt, so yngri børn kunnu eisini spæla tað.
Grundkjarnin í spælinum er atdráttarmegin. Tá tú loypir frá planet til planet, mást tú taka atlit at atdráttarmegini. Jú størri planetin er, jú sterkari er atdráttarmegin.
Bæði spølini eru ókeypis og vera at fáa á AppStore og Google Play.
Filmurin um Wormsteak er at síggja ovast í vindeyganum. Filmin um Gravity Jumper finnur tú við at trýsta her.