Føroysku súkklararnir á Gotlandi løgdu til brots sunnudagin við einkultstarti nakað uttan fyri Visby. Føroysku vónirnar lógu fyrst og fremst á Rógva Johansen, sum er sterkastur júst í einkultstarti. Vágbingurin, sum dagliga súkklar í Danmark, bleiv nummar 9 í einkultstarti á Jersey fyri tveimum árum síðani, og vónirnar fyri heiðursmerki hesaferð vóru heilt góðar.
Og tað eydnaðist næstan. Rógvi fór avstað sum nummar 31 av 44 súkklarum, hann legði fleiri aftur um seg, og tíðin hjá honum, tá hann vendi, var á leið tann sama sum tíðin hjá tí, sum seinni vann.
? Fyrstu tíggju kilometrarnir hjá mær vóru ikki góðir, men síðani gekk betur, og eg haldi sjálvur, at eg koyrdi betur á veg heim aftur, sigur Rógvi Johansen.
? Men tað munnu hinir so eisini hava gjørt, leggur hann afturat.
Tá endaligu støðurnar vórðu gjørdar upp, var Rógvi 30 sekund frá bronsumerkinum, sum fór til besta súkklaran hjá Saaremaa. Ein frá Isle of Man vann, og ein hetlendingur bleiv nummar tvey.
Rógvi Johansen sigur, at hann ikki ætlar at koma við nøkrum umberingum.
? Hinir vóru stutt sagt betri, sigur hann, men leggur kortini afturat, at rutan, súkklað varð eftir, var eitt sindur óvanlig.
? Hon var eitt sindur serlig við tað, at hon var púra sløtt. Tað var bara beint fram eftir allan vegin, og harafturat er tað rættiliga óvanligt at súkkla 50 kilometrar í einkultstarti - 30 ella 40 er meira vanligt. Men tað er jú tað sama fyri allar. Eg ætli mær altso ikki at geva nakrar umberingar, sigur Rógvi.
Eisini fjórða
pláss í liðkappingini
Fimm føroyskir súkklarar vóru við í einkultstartinum sunnudagin. Umframt Rógva Johansen, sum altso bleiv nummar fýra, vóru teir Jóhann Brend, sum endaði á 19. plássi, Gunnar Dahl-Olsen, ið bleiv nummar 22, Sverri Mohr Edvinsson, sum bleiv nummar 28, og Christian Guttesen, ið endaði á 40. plássi.
Við hesum endaðu Føroyar eisini á fjórða plássi í liðkappingini, har tað eru trý tey bestu úrslitini, sum telja.
Í liðkappingini var hálvur annar minuttur upp til triðja plássið, sum Jersey fekk, so har var eitt sindur langt upp til heiðursmerkini.
Sætti maðurin á oyggjaleikaliðnum, Bogi Kristiansen, var ikki á Gotlandi sunnudagin. Hann luttók í DM-kappingini í Danmark og skuldi koma til Gotlands mánadagin.