Tvey ferðsluóhapp í hálkuni

Í gjár var aftur hált, og tað ávirkaði ferðsluna

Tvey ferðsluóhapp vóru í gjár meldað til løgreglua, sum bæði hendi í hálkuni. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at annað óhappið var í Havn og hitt í Trongisvági. Í báðum førum hendu óhappini, tí at bilarnir gliðu í hálkuni, sjálvt um førararnir gjørdu tað rætta, og sjálvt um bilarnir vóru væl skøddir.