Tvey ferðsluóhapp í Suðuroy

Tvey ferðsluóhapp vóru í Suðuroy um vikuskiftið, har ein bilur rendi á ein húsavegg í Vági, meðan ein annar fór sendandi út av vegnum úti í Nes í Hvalba

Suðuroy: Leygarmorgunin um tveytíðina var ein ungur bilførari rættiliga heppin, at hann slapp so gott sum hann gjørdu úr einum ferðsluóhappi úti í Nes í Hvalba. Løgreglan veit ikki heilt, hví bilurin fór út av vegnum og bóltaði fleiri ferðir, men greitt er, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og ein blóðroynd er tikin.
Løgreglan í Suðuroy metir, at maðurin var rættiliga heppin.
– Hevði hann rulla einaferð aftrat hevði verið heilt galið, segði løgreglan í Suðuroy í morgun. Hagani søgdu tey eisini, at í vegastrekkinum har bilurin fór útav, arbeiða tey í løtuni við at breiðka vegin.

Rendi á hús
Seinni leygardagin var eitt annað ferðsluóhapp, tá ein bilur inn í húsini í Vági, har eitt nú Granskingardepilin heldur til og gamla tryggingarstovan var.
Bilurin kom koyrandi út eftir høvuðsvegnum í bygdini. Hann fór út av vegbreytini, rendi í ein ferðslustandara og fór síðani tvørtur um vegin, har hann rendi inn í húsaveggin. Bilurin fór rættiliga illa, men álvarsligur fólkaskaði var ikki, hóast bilførarin varð fluttur á sjúkrahús til nærri kanningar.
Sambært løgregluni í Suðuroy, fekk maðurin, ið koyrdi bilin eitt anfall av onkrum slag, og tað var orsøkin til at hann misti tamarhaldið á bilinum.