Tvey ferðsluóhapp í Klaksvík


 

Um vikuskiftið vóru tvey ferðsluóhapp í Klaksvík, har førarin ikki helt ta treytaleysu víkiskylduna. Eingin álvarsamur mansskaði hendi í óhappunum.

Førararnir, ið hava brotið víkiskylduna, kunnu vænta sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hetta brotið verður mett at vera so álvarsamt í nýggju ferðslulógini. Hetta hevur við sær, at førararnir skulu upp til nýggja roynd í næstum.

Umframt ferðsluóhappini fekk løgreglan eisini fráboðan um tvey herverk, sum vórðu framd leygardagin. Annað var í posthúsinum, har ein rútur varð brotin í høvuðsinngongdini. Hitt var við fótbóltsvøllin, har ein gravkúgv stóð fyri skotum.

Leygarnáttina datt ein rúsaður persónur út fyri ein bil, ið fekk smærri snuddur. Persónurin verður ákærdur fyri brot á politiviðtøkurnar, ið siga, at tað ikki er lógligt at ferðast á almennum vegi, um mann er ov rúsaður.

Løgreglan í Suðuroynni hevur havt eitt friðarligt vikuskifti, men eitt harðskapsmál var at taka sær av. Ungir menn vóru farnir til hendurs við TB-húsið, har løgreglan varð boðsend, og hon steðgaði bardaganum.