Tvey feløg aftrat stuðla verkfallinum

Føroyska felagið Farmakonomfelagið og danska felagið Pharmadanmark hava í morgun sent fjølmiðlunum eina stuðulsyvirlýsing, har tey veita stuðul til stríðið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum, sum í løtuni eru í verkfalli, eftir at samráðingarnar við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum slitnaðu í síðstu viku.


Yvirlýsingin frá teimum báðum feløgunum er fylgjandi:


- Stuðulsyvirlýsing Pharmadanmark og Farmakonomfelagið vilja hervið siga frá, at feløgini stuðla Felaginum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa nýggjan sáttmála.


- Pharmadanmark og Farmakonomfelagið stuðla fría samráðingarrættinum hjá teimum einkultu fakfeløgunum og taka tí undir við ósemjuni sum er íkomin.


Tað eru tólv dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin í síðstu viku bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum, hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, mánamorgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum í verkfall og í morgin verður verkfallið víðkað til eisini at umfata sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið arbeiða á B6 á Landssjúkrahúsinum.