Tvey føroysk virki instillaði til atjóða góðskugóðkenning

Á samkomu í bygdarhúsinum í Leivík fríggjakvøldið fingu tvey føroysk virki at vita frá Bureau Veritas, at tey eru innstillaði til altjóða góðskugóðkenninginarnar við heitinum ISO 9001 og ISO 9002.

Tað eru virkini Sp/f Grannskoðan við Jóannis skorðheim í Klaksvík og Sp/F Heri Thomsen Transport Service í Gøtu, ið fríggjakvøldið fingu at vita, at tey nú eru innstillaði til altjóða góskugóðkenning frá Bureau Veritas.


Tey fyrstu í Føroyum

Tey bæði virkini, ið nú eru innstillaði at fáa góðskustýrisskipanir teirra góðkendar, eru tey fyrstu í Føroyum, ið fáa slíka viðurkenning. Tey hava í seinastuni arbeitt við at gera sær góðskustýrisskipanir eftir ávíkavist DS/EN ISO 9001 og 9002. Hetta eru altjóða góðgenningar, ið stovnur undir Bureau Veritas stendur fyri.

Góðkenningarnar hava við sær, at virkini kunnu nýta eitt ávíst altjóða búmerki, ið vísir, at talan er um fyritøkur, ið borga fyri góðsku.

Hóast virkini bert eru innstillaði at fáa slíka góðskugóðkenning, er vandin fyri at tey ikki fáa góðkenningina mestsum eingin. Virkini verða nevniliga so gjølla kannaði, áðrenn tey verða innstillaði, at tað næstan er heilt víst, at tey fáa góðkenningina eina viku seinni. Andreas S. Gregersren, frá Bureau Veritas í Føroyum, sigur, at Eddie Seamus Mogensen, ið hevur instillað virkini, gjøgnum tíðina hevur innstillað eina rúgvu av ymiskum virkjum, og hava øll hesi fingið góðkenning.

Tað er Bureau Veritas Quality International Danmark, ið hevur skoðað og skjalprógvað góðskustýrisskipanirnar hjá teimum báðu føroysku virkjunum. Tá teir góðkennandi stovnarnir hava góðkent innstillingarnar, útskrivar BVQI virkjunum skjalprógvan fyri at hava góðkendar góðskustýrisskipanir.