TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Rás2 hevði við Hall Holm, formann í Frælsum Ítrótti í Føroyum í samband við, at FM í frælsum ítrótti var hetta vikuskiftið.
Hallur Holm greiddi frá, at tvey nýggj føroysk met vóru sett, og vóru tey bæði hjá kvinnum. Rebekka Fuglø setti nýtt føroyskt met á 400 metrum, tá hon vann kappingina við tíðini 59 sekund og 15 hundraðpartar. Rebekka átti gamla metið, sum var 59 sekund og 17 hundraðpartar.
Hitt metið átti Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar í hæddarlopi. Í dag leyp Teresa ein metur og 55 sentimetrar. Hon átti gamla metið, sum var ein metur og 54 sentimetrar.
Annars fegnast Hallur Holm um tveir dagar við góðum veðri, at tað vóru fitt av tilmeldingum til tær ymisku kappingarnar.
Øll úrslitini frá FM í frælsum ítrótti koma út á fif.fo seinni í kvøld.