Heimsmeistarakapping í svimjing fyri rørslutarnað verður í hesum døgum hildið í belgiska býnum Gent. Tað er felagsskapurin INAS-SID, sum stendur handan hesa kapping, og stórur partur av heimsins londum eru umboðaði. Eisini føroyingar eru umboðaðir í kappingini. Tað eru tey bæði Ragnvaldur Jensen og Apolonia Justesen, sum eru við í kappingini, og fyrsti kappingardagurin hjá svimjarunum var á skránni í gjár, tá Ragnvaldur tók lut í tveimum kappingum, meðan Apolonia tók lut í einari.
Tvey nýggj met
Hjá Ragnvaldi gekk avbera væl á fyrsta degnum. Fyrst tók hann lut í kappingini í 100 m ryggsvimjing, og her setti hann nýtt føroyskt met í innleiðandi umfarinum. Ragnvaldur kom á mál í tíðini 1:20.43, og hetta er nýtt føroyskt met. Sjálvt um hann setti nýtt føroyskt met, so rakk tíðin ikki til eitt pláss í finaluni hesu ferð.
Løtu seinni skuldi Ragnvaldur aftur í hylin at svimja 50 m bringu svimjing, og í innleiðandi umfarinum kom hann á mál við tíðini 37.62 sekund, og hetta gav honum eitt pláss í finaluni.
Í finaluni tók Ragnvaldur eitt heilt sekund av innleiðandi tíðini, tá hann kom á mál við tíðini 36.61 sekund. Hetta var eisini nýtt føroyskt met, men allíkavæl rakk hetta bert til eitt áttanda pláss. Kappingin var tó ógvuliga hørð, og munurin upp til svimjaran á fjórða plássi var bert eitt hálvt sekund.
Apolonia skuldi eisini taka lut í einari kapping henda dagin. Hon kappaðist í 50 m frísvimjing, og kom hon á mál í tíðini 36.44 sekund. Hetta var ikki hennara besta tíð á teininum, og tíðin rakk heldur ikki til eitt pláss í finaluni.
Annars verður sagt úr Belgia, at tey hava tað gott, og seinni í dag skulu svimjararnir kappast í tveimum kappingum hvør. Ragnvaldur skal taka lut í 50 m firvaldsvimjing og 200 m blandað svimjing, meðan Apolonia skal svimja 100 m frísvimjing og 200 m bringusvimjing.
Heimsmeistarakappingin verður líka til fríggjadagin, og svimjararnir koma heima til Føroya sunnudagin.