Tvey føroysk met í Belgia

Í morgun setti Elspa Mørkøre føroyskt met, tá ið hon svam 50m ryggsvimjing. Tíðin var 0.30.78, og hetta var nokk hjá gøtugentuni at røkka einum 7. plássi av heili 48 luttakarum.

 

Kári J. á Høvdanum setti somuleiðis føroyskt met, tá ið hann í dag svam 200m rygg við tíðini 2.14.10.