Tvey føroyingalið víðari til áttandapartsfinalurnar í steypakappingini

Gilli Rólantsson fekk ein hálvan tíma á vøllinum, og Meinhard E. Olsen sat á beinkinum tá Brann og Kristiansund vunnu á útivølli

Tveir føroyingar vóru á vøllinum, og ein sat á beinkinum tá sekstandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini vóru á skránni í kvøld. 

Gilli Rólantsson fekk ein góðan hálvan tíma á vøllinum, tá lið hansara, Brann Bergen vann 2-1 á Sogndal á útivølli. Sogndal kom á odda uppá brotsspark tá 27 minuttir vóru farnir. Tá 40 minuttir vóru farnir fekk Brann tvey mál innanfyri tveir minuttir. Fyrra málið var eitt sjálvmál, og seinna málið syrgdi Amer Ordagic fyri. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og Brann er víðari til áttandapartsfinalurnar.

Meinhard E. Olsen sat tíverri á beinkinum allan dystin, tá lið hansara, Kristiansund vann 3-1 á gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger á útivølli. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Kristiansund var á odda 3-0 áðrenn Levanger móti dystarenda megnaði at pynta um úrslitið til 1-3. 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin fyri Bryne úr triðbestu deildini, ið tók móti tippuliga-liðnum, Haugesund á heimavølli. Staðfestast má, at Rógvi og liðfelagarnir fingu ein sekk uppá 2-6. Longu í steðginum var Haugesund á odda 4-0, og eitt skiftið var Haugesund á odda 5-0. Omar El Ghaouti pyntaði um hjá Bryne við tveimum málum, men móti dystarenda økti Haugesund til 6-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.

Her ber til at síggja hvussu Brann Bergen vann 2-1 á Sogndal: https://www.brann.no/video