Tann eini persónurin er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin er komin til Føroya úr útlondum. Tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 427 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 166.881 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 502 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 498 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.










