Tvey fólk skotin á trúboðarastøð

Tvey fólk lógu eftirá, tá ein maður fór at skjóta eftir fólki á einari trúboðarastøð í amerikanska statinum Colorado í dag Sjónvarpið CNN sigur, at minst tvey fólk doyðu, og at tvey onnur vórðu særd, tá ein maður loysti fleiri skot av inni á trúboðarastøðini Youth With A Mission í Denver, Colorado.

Umleið 45 fólk vórðu flutt av støðini, sum sambært CNN hýsir ungómum úr øllum heiminum, sum koma hagar at fyrirerika seg til at arbeiða sum trúboðarar.

Løgreglan hevur allan dag leitað eftir drápsmanninum, sum er í 20-árunum. Tey bæði, sum doyðu av skotum hansara, vóru um sama aldur.