Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp í nátt

Tíðliga í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðháls, har ein bilur fór út av. Løgreglan sigur at tvey fólk vóru í bilinum og tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Annað teirra er útskrivað aftur, men hitt er framvegis til kanningar.

 

Løgreglan sigur, at helst hevur tað verið eitt sindur hált í nátt og tað er komið óvart á bilføraran.

 

Løgreglan sigur at bilførarin metti sjálvur, at hann koyrdi eini 80-90, tá ið hann brádliga misti tamarhaldið á bilinum, so at hann fór út av og bóltaði runt, áðrenn hann steðgaði aftur, men tá vendi hann øvugtan veg av tí hann koyrdi, tá ið óhappið hendi.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í gjár og í nátt. Fólk hava hildið jól inandura og tað hevur ógvuliga lítið verið at sæð til fólk og bilar.