Tvey fólk hava latið lív og í minsta lagi fimtan onnur hava fingið løstir, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í einum gonguøki í býnum Trier í Týsklandi í dag.
Sambært BBC er bilførarin handtikin, men umstøðurnar kring vanlukkuna ella atsóknina eru ikki greiðar, og løgreglan vil ikki siga nakað um, hvat motiv bilførarin hevði.
Løgreglan í Trier sigur kortini, at bilførarin er ein 51 ára gamal týskur ríkisborgari.
Borgarstjórin í Trier kallar sambært The Guardian hendingina fyri "sansaleysa", og Twitter brúkarin hjá býarstýrinum í Trier heitir á fólk um ikki at luta út myndir og filmsbrot frá hendingini.











