Tvey eru nú eyðmerkt

Tey av teimum fimm, sum doyðu, tá eitt norskt hernaðarflogfar datt niður í Norðursvøríki tann 15. mars, eru nú eyðmerkt. Tað sigur svenska verjan, sum stendur fyri bjargingar- og kanningararbeiðinum. Talsmaðurin hjá svensku verjuni sigur, at eyðmerkingin er gjørd við DNA-kanningum, men hann vil ikki siga, hvørji tey eyðmerktu eru.

Hercules-flogfarið, sum var á veg úr Evenes í Norðurnoregi til Kiruna í Norðursvøríki, datt niður svensku megin markið. Tað varð funnið við fjallið Kebnekaise tveir dagar eftir vanlukkuna, og stutt eftir funnu bjargingarfólk leivdir av teimum, sum við vóru.

Fýra menn og ein kvinna vóru við vanlukkuflogfarinum.