Tvey ella trý pør koma inn at landa

Tveir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri. Onkur trolbátur fer væntandi út um vikuskiftið.

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap, og helst fer okkurt par aftrat avstað í næstum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eini tvey ella trý partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, og skipini hava havt brúkiligan fiskiskap.

 

Eitt partrolarapar fiskar á djúpum vatni eftir svartkalva og kongafiski.

 

- Tríggir djúpvatnstrolarar eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi, at nakar teirra kemur inn at landa í næstu viku. Tveir fiska svartkalva, og hin triði fiskar stinglaks.

 

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri. Onkur trolbátur fer væntandi avstað um vikuskiftið.

 

- Trolbátarnir á landleiðini fáa mest av toski, reyðsprøku, tungu og havtasku. Tann, sum er norðan fyri, fær mest av toski, hýsu og so nakað av upsa og flatfiski, verður sagt.