Tvey dripin av skotum á bilverksmiðju í Týsklandi

Tveir 44 ára gamlir menn doyðu í dag í einum skottilburði á eini Mercedes verksmiðju í Sindelfingen í Týsklandi.

 

Mercedes-Benz verksmiðjan í Sindelfingen var í dag karmur um ein dramatiskan skottilburð. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Kienzle/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir ein talsmaður fyri løgregluna sambært dpa.

Óvist er, um gerningsmaðurin og teir dripnu kendu hvør annan frammanundan, eins og motivið fyri drápini eru ókent.

Sambært blaðnum Bild ljóðaðu skotini klokkan 07.45, tá nógv starvsfólk vóru møtt á verksmiðjuni.

– Vit eru skelkað og hørm um syrgiligu tíðindini, stendur í eini fráboðan frá Mercedes-Benz.

Tað eydnaðist arbeiðsfólki á verksmiðjuni at taka tann 53 ára gamla gerningsmannin og lata løgregluni hann.

Hendingin var so skelkandi, at fleiri starvsfólk máttu sendast heim.

/ritzau/dpa

 


 

 

Mercedes-Benz verksmiðjan í Sindelfingen var í dag karmur um ein dramatiskan skottilburð. (Arkivfoto). - Foto: Thomas Kienzle/Ritzau Scanpix