Løgtingið skal seinni í dag taka støðu til ikki færri tvey broytingaruppskot, sum á tveir ymiskar mátar fáa viðurskiftini hjá manningunum inn í lógarverkið um fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í summar.
Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum liggur í Vinnunevndini, haðani tað verður borið innaftur í tingsalin seinni í dag. Tá verður tað sum nevnt við tveimum broytingaruppskotum einum frá samgonguumboðunum og einum frá andstøðuumboðunum í Vinnunevndini.
Samgongan mælir til at seta hesa orðing inn í lógina:
§ 5. Manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi, sum fiska sild og
makrel í 2013, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi skulu lønast sambært føroyskum hýrusáttmálum. Í minsta lagi tríggir fjórðingar av manningini skulu vera føroyingar. Útlendingar, sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, verða javnsettir við føroyingar.
Andstøðan mælir til at seta hesa orðing inn í lógina:
§ 5. Fiskifør, sum fáa fiskiloyvi at fiska makrel og sild í 2013, skulu hava sáttmála við føroysku manningarfeløgini, og manningin lønast sambært hesum sáttmálum.
Stk. 2. Fiskiskip fáa ikki loyvi at fiska makrel og sild, fyrr enn hesi kunnu vátta mótvegis landsstýrismanninum, at tey hava sáttmálar við manningarfeløgini.
Løgtingið skal fyrst atkvøða um uppskotið frá andstøðuumboðunum.
Umframt bæði broytingaruppskotini um manningarviðurskifti skal løgtingið til 3. viðgerð eisini taka støðu til eitt broytingaruppskot um at selja part av makrel- og sildakvotuni á uppboði.
Umboðini hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn í Vinnunevndini mæla til at selja 25.000 tons av makreli og 15.000 tons av sild á uppboðssølu. Eisini mælir andstøðan til at broyta veiðigjaldið og avreiðingargjaldið, soleiðis at bæði verða sett til 30 oyru pr kilo.









