Tvey íbúðarhús, sum vóru í fimm hæddum, eru rapað í belgiska býnum Liege í nátt. Fólk siga, at tey hoyrdu ein brest, beint áðrenn húsini rapaðu. Tíðindastovan AP skrivar, at minst 20 fólk hava fingið skaða, og at tvey fólk liggja undir teimum rapaðu húsunum.
Fólk hava greitt myndugleikunum frá, at tey hoyrdu ein harðan brest um tveytíðina í nátt, og sambært borgarstjóranum, Willy Demeyer, er vandi fyri, at enn fleiri hús kunnu rapa.
Sambært Reuters halda myndugleikarnir, at bresturin, sum fólk hoyrdu, var ein spreinging, ið stóðst av einum gassleka.