Um trítíðina í nátt fekk løgreglan tvær ferðir boð um ung fólk, sum vóru so drukkin, at samband ikki fekst við tey. Í øðrum føri var talan um unga kvinnu, sum var so drukkin á einum skeinkistað í Havn, at tey fingu hana ikki at vakna. Løgreglan kom eftir henni, men tey funnu ikki út av hvør hon var ella hvar hon búði, so hon var tikin við á støðna at sova rúsin úr.
Løtu seinni komu boð um ein ungan druknan mann, sum lá og svav mitt á vegnum Finsen í Havn. Tað fekst heldur ikki samband við mannin, sum var dýggjvátur. Tað var eisini vandi á ferð, tí maðurin lá mitt á vegnum.
Á politistøðini helt læknin, at maðurin mátti úr vátu klæðunum, og tí var hann úrlatin og lagdur at sova.
– Vit mugu so fáa fatur á onkrum í familjuni hjá honum at koma við klæðum til hansara, áðrenn hann fer til hús, sigur vaktleiðarin.