Tvey av trimum hvíla seg

Meðan AB fer at royna at styrkja sína støðu, fara longu uppfluttu sandoyingarnir og LÍF at hyggja at

1. DEILD

B71 er flutt upp í Formula deildina. Tað varð staðfest, eftir at FSF hevði gjørt av, at VB/Sumba og Royn ikki longur eru partur av næstbestu deildini.
Enn er ikki avgjørt, hvør skal fylgja sandoyingum upp í bestu deildina. Í morgin hevur AB møguleika at styrkja um sína støðu. AB skal spæla á heimavølli móti KÍ. Tveir aðrir dystir eru á skránni  FSV04-HB og SÍ-TB.
B71 hevur frí, tí sambært skránni skuldu sandoyingar havt spælt í Hvalba. LÍF skuldi sambært skránni verið í ferðalagi við B71 um Suðuroyarfjørð og spælt í Vági.
B71 hevur 46 stig, AB 38 stig og LÍF 36 stig. B71 hevur spælt 19 dystir, AB hevur spælt 18 dystir, og LÍF hevur spælt 19 dystir.
Leirvíkingar hava skipað fyri serligum dysti klokkan 17 í morgin. Dysturin verður í sambandi við minningartiltak fyri LÍF liðleiðaranum, Rúna Heinesen, sum andaðist 18. september 40 ára gamal. Dánial Andreasen fer undan dystarbyrjan at bera minningarorð fram. Dysturin verður millum núverandi 1. deildarliðið og avstaðsleikarar, sum tey seinnu árini hava spælt við LÍF. Hesir seinnu fara at fáa hjálp frá teimum, sum nú spæla við LÍF, og sum eru avstaðsleikarar.