Í juni 2014 setti yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin á stovn sín egna stat í Miðeystri. Í tíðarskeiðnum síðani hevur felagsskapurin tikið ábyrgd fyri ella givið íblástur til eini røð av yvirgangsálopum.
Síðani juni 2014 eru 75 yvirgangsálop framd í 20 ymiskum londum, tá eru Irak og Sýria ikki tald við, ið hava kravt 1.280 mannalív og løstað 1.770 fólk, har IS antin hevur tikið ábyrgdina ella givið íblástur til álopini. Tað vísa útrokningar hjá amerikansku tíðindastovuni CNN.
Millum tey álopini eru:
15. desember 2014
Ein vápnaður maður tók 17 fólk til gísla í eini kafé í Sydney. Yvirgangsmaðurin drap tvey fólk, áðrenn løgreglan drap hann.
9. januar 2015
Amedy Coulibaly drap fýra fólk, ið hann hevði tikið til gísla í einum jødiskum mathandli í París.
Hann var vinmaður við Said og Cherif Kouachi, ið stóðu fyri álopinum á skrivstovurnar hjá Charlie Hebdo. Teir verða tó ikki settir í samband við IS, men við Al-Qaeda.
14. februar 2015
Eisini yvirgangsmaðurin, ið drap tvey fólk í Keypmannahavn, verður mettur at hava fingið íblástur frá IS.
Apríl 2015
IS almannakunngjørdi nøkur sjónbond, ið vístu 30 etiopisk kristin, ið vóru hálshøgd ymsastaðni kring Libya.
10. oktober 2015
Turkiska stjórnin gav IS ábyrgdina fyri tvær bumbur, ið sprongdust í Ankara 10. oktober 2015, har 97 doyðu og 250 fólk vórðu løstað.
31. oktober 2015
Samstarvsfelagar hjá IS tóku ábyrgdina fyri at hava oyðilagt eitt russiskt flogfar, ið fleyg yvir Sinaihálvoynni. 224 fólk doyðu í tí álopinum.
12. november 2015
Dagin áðrenn álopini í Paris sprongdu sjálvsmorðsbumbufólk seg í luftina í Beirut, Libanon, og drupu 43 fólk og løstaðu 239 onnur.
13. november 2015
Paris varð aftur rakt av yvirgangi, tá 130 fólk doyðu í fleiri yvirgangsálopum á franska høvuðsstaðin.
Til ber at síggja allan listan yvir tey 75 yvirgangsálopini við at trýsta á her.

Hermenn eru vorðin ein vanlig sjón í stríðnum móti yvirgangi.
Tvey ár við IS-yvirgangi

Hermenn eru vorðin ein vanlig sjón í stríðnum móti yvirgangi.

Hermenn eru vorðin ein vanlig sjón í stríðnum móti yvirgangi.