Í dag eru júst tvey ár síðani seinasta løgtingsval, og tað merkir, at tað eisini eru í mesta lagi tvey ár til næsta løgtingsval, sum í seinasta lagi skal vera 8. desember í 2026.
Sostatt er samgonguskeiðið hjá samgonguni í øllum førum hálvrunnið.
Á valinum fyri tveimum árum síðani var Javnaðarflokkurin stóri vinnarin og Fólkaflokkurin stóri taparin. Javnaðarflokkurin vann tveir tingsessir afturat og fekk níggju. Fólkaflokkurin misti tveir tingsessir og fekk seks. Sambandsflokkurin og Tjóðveldi stóðu so nøkulunda í stað við 0,7 prosentstigum í afturgongd, men varðveittu sínar ávikavist sjey og seks tingsessir.
Framsókn hevði eisini stóra framgongd upp á 2,8 prosentstig og fekk ein tingsess afturat og fekk tríggjar. Miðflokkurin hevði 1,1 prosentstig í framgongd og varðveittir tveir tingsessir.
Sjálvstýrisflokkurin reyk úr tinginum fyri fyrstu ferð síðani 1945.
Síðani valið hava veljarakanningarnar ikki verið serliga mjúkar við samgonguflokkarnar. Sambært kanningum er Fólkaflokkurin størsti flokkur, meðan Sambandsflokkurin eisini er framman fyri Javnaðarflokkin.
Sambært seinstu veljarakanning, sum portal.fo kunngjørdi í gjár, so er undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum sjey prosentstig lægri enn á valinum. Tjóðveldi hevur 0,6 prosentstig lægri, meðan Framsókn hevur 2,2 prosentstig lægri undirtøku enn á valinum. Tilsamans hevur samgongan sambært nevndu kanning 9,8 prosentstig lægri undirtøku enn á valinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##